Anderson flytir til Brasil

Miðvallarin, ið ongantíð fekk sítt stóra gjøgnumbrot í Manchester United, fer nú at spæla í Brasil

Á sumri í 2007, keypti Manchester United brasilska miðvallarleikaran, Anderson, úr portugisiska felagnum FC Porto. Vónirnar til unga brasilska miðvallaran vóru stórar, men onkursvegna hevur Anderson ongantíð liva upp til vónirnar í Manchester United. Serliga eru tað skaðar, ið hava darvað avrikini hjá Anderson.

 

Og nú hevur Manchester United karrieran hjá Anderson eisini fingið ein enda.

Anderson hevur í dag skrivað ein fýra ára sáttmála við brasilska felagið, Internacional.

 

Manchester United rindaði á sinni góðar 250 milliónir krónur fyri brasilska miðvallaran, men nú skiftir Anderson til brasilska Internacional á einum sokallaðum free-transfer.