Anderson flongdi VB/Sumba

Tað vóru brasilskar sambarútmur, ið merktu dystin á Svangasgarði í gjár, tá B68 snøgt sagt spældi suðuroyingar sundur og saman. Anderson var dagsins hetja, og fýra mál komu seinastu tíggju minuttirnar, tá VB/Sumba spældi við tíggju monnum


 
 Vann VB/Sumba á Toftum móti B68 og ÍF tapti fyri B36, so høvdu teir so at siga tryggjað sær tilveruna í deildini komandi kappingarár. Men soleiðis sær støðan als ikki út, eftir dystirnar í gjár.
Fyrst og fremst mátti VB/Sumba leggja rygg til stórtap á Svangasgarði, og harnæst vann ÍF á B36, so botnstríðið er nú harðari enn tað hevur verið í langa tíð.
VB/Sumba hevði allar mans tøkar til dagsins dyst, meðan B68 mátti vera superveteranin,Øssur Hansen, fyri uttan.
Mest eyðsýnda broytingin á liðnum var tó at síggja í miðverjuni, har Ovi Magnussen var avsettur og Ralph van Dooren hevði tikið plássið.
 
Fótbóltsspælara í miðverjuna
Orsøkin til hetta var, at venjarin, Bill M. Jacobsen, ynskti at byggja spælið upp frá verjuni, og ikki dúva upp á langar bóltar.
- Vit vildu gjarna hava ein bóltspælara í miðverjuna, soleiðis at vit kundu byggja spælið upp heilt har afturi frá. Tað gjørdu vit best við at seta Ralph har, men tað var ikki uttan drúgva umhugsan, at eg tók avgerðina. Ralph fær kort so at siga hvønn dyst, og hann fekk so eisini eitt í dag, men tað kostaði so ikki hesaferð, sigur Bill M. Jacobsen, sum kann fegnast um, at hansara broyting gav úrslit, tí Ralph van Dooren spældi veruliga ein góðan dyst.
Hóast eitt gott avrik og eitt gott úrslit, so er Ralph van Dooren tó ikki heilt nøgdur.
- Vit høvdu eina rúgvu av kjansum í fyrra hálvleiki, og áttu at verið framman fyri við tveimum ella trimum málum, so tað er ikki nóg gott, sigur hálendingurin hjá B68.
 
Anderson í hopla
Um Ralph van Dooren segði tað við Anderson í hálvleikinum vita vit ikki, men okkurt kundi bent á tað.
Eitt korter inn í seinna hálvleik fær Anderson brotsspark. Eitt rættiliga ivasamt eitt, tí Anderson var ikki nær námind av at fáa bóltin, tá hann fór um koll.
Jann Ingi Petersen leggur eitt fríspark oman í høgru síðu, men brádliga floytar Eiler Rasmussen og sigur, at Dimitri Jankovic helt í so væl í Anderson, sum er staddur inn við brotssparksblettin, og tað vil siga rættiliga langt frá at fáa bóltin.
VB/Sumba mótmælir, men tað ger Anderson ikki og hann skorar trygt. Hetta var hansara fyrsta av fýra málum, og harvið flongdi hann veruliga suðuroyingar og VB/Sumba.
Tað var eisini Anderson, ið fekk frísparkið, sum Súni Fríði Barbá skoraði uppá. Jú, Anderson var veruliga í hopla og fýra mál og eitt upplegg í einum og sama dysti er ikki at forsmáa.
- Eg havi onkutíð skotið trý mál í sama dysti, men ongantíð fýra so hetta var fantastiskt. Ikki minst tí vit vinna so nógv í einum so týdningarmiklum dysti, segði ein smílandi Anderson eftir dystin.
 
Avgerandi útvísing
Tá tíggju minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini, fekk Dimitri Jankovic sítt seinna gula kort og noyddist av vøllinum.
Hetta var fyri neyðbremsu á Anderson, og Súni Fríða Barbá skoraði síðani upp á eftirfylgjandi frísparki. Aftan á komu trý mál aftrat, og tað vil siga, at eftir útvísingina fullu heili fýra mál.
Út frá tí er skjótt at koma eftir, at reyða kortið var rættiliga avgerandi fyri endaliga úrslitið, tí tað er tá, at tað veruliga skrædnar hjá VB/Sumba.
 
Nýtast ikki at ræðast
Eftir dystin gjár eru fýra dystir eftir at leika hjá B68. Teirra setningur er rættiliga greiður, um teir ynskja verandi sæti í Formuladeildini, og tað ásannar Ralph van Dooren eisini.
- Tað verður ógvuliga trupult hjá okkum, men vit mugu bara fáa mest møguligt burtur úr tí, sum eftir er. Vit spæla ein góðan dyst í dag, og um vit spæla eins væl restina av dystunum, so nýtast vit ikki at ræðast nakran.
- Vit hava so ein dyst eftir móti ÍF, men tað verður trupult. Teir skulu so sunnudagin spæla móti VB/Sumba, og tá vóna vit at tað verður javnleikur, men eg trúgvi ikki, at nakað er avgjørt fyrr enn síðsta dyst, sigur Ralph van Dooren hjá B68 at enda, áðrenn hann kundi fegnast saman við Anderson og øðrum góðum monnum, um sambarútmur, seks mál og trý stig á Svangasgarði.