Anderson fer av landinum

Annar av brasiliumonnunum, sum komu til Klaksvíkar undan kappingarbyrjan, fær eftir øllum at døma eina stutta tilveru við Djúpumýru. Tá tað gjørdist greitt, at Jonathan Tridente ikki gjørdist KÍ-leikari á hesum sinni, var Anderson boðsendur í bræði. Hann hevur ikki megnað at sannført venjaran, og heimasíðan hjá Norðlýsinum skrivar nú, at hann helst verður sendur heimaftur. Hin brasilumaðurin, Rodrigo, hevur víst gott spæl og heldur fram í KÍ.