Við sínum átta málum í ár hevur Anderson Castilho verið ein av týdningarmestu leikarunum hjá NSÍ, sum stríðist um odda sessin við B36. Men brasilski áleyparin hevur nú valt at skifta til júst B36. Hesum váttar formaðurin í FC Tórshavn, Kristian Dam á Neystabø, fyri Portalinum.
- Hann hevur skrivað sáttmála við B36, ið bindir hann at felagnum restina av kappingarárinum.
Kristian váttar somuleiðis, at teir ikki veruliga hava verið á jagstran eftir nøkrum leikara.
Anderson er longu byrjaður at venja við B36, men sleppur ikki í dyst fyrr enn í seinni hálvu. Sambært reglunum sleppur hann eiheldur at vera við B36, sum um tvær vikur skal leika returdyst móti Ekranas BK í UEFA Cup.









