Anders Lund Madsen tænari í Hattarvík

Danski sjónvarpsskemtarin, Anders Lund Madsen skal vera tænari fyri krúnprinsahúskinum í Hattarvík

Tað sigur hann í øllum førum sjálvur.

 

– Eg eri á veg út í Fugloy, har skal eg vitja vin mín, Símun, sum býr har. Eg havi gjørt sjónvarp har úti í fjør, og so havi eg lovað at hjálpt til við serveringini.

 

Soleiðis segði danski sjónvarpsundirhaldarin, Anders Lund Madsen, við danska blaðið BT uttan fyri Norðurlandahúsið í gjárkvøldið.

 

Krúnprinsahúskið er nú í Klaksvík, men á middegi fara tey út í Fugloynna. Tey flúgva út á Kirkju, har Amalia í Frammistovu, borgarstjóri, tekur ímóti. Eftir at hava heilsað upp á bygarráðið, fáa tey ein bita, áðrenn tey spáka yvir í kirkjuna fyri síðani at koyra til Hattarvíkar.

 

Í Hattarvík skulu royalu gestirnir vitjað seyðahúsið hjá vinmanninum hjá Anders Lund Madsen, Símuni gullaksen, sum er varaborgarstjóri í Fugloyar kommunu. Í seyðahúsinum fáa tey kaffi og okkurt lætt til matna, og krúnprinsahjúnini fáa eina gávu.

 

Síðani koyra tey til tyrlupallin, har Amalia í Frammistovu og Símun Gullaksen siga krúnprinsahúskinum farvæl – áðrenn tey flúgva til Mikladals.