Anders Lund Madsen: Føroyar eru heimsins vakrasta stað

Fólkakæri føroyavinurin Anders Lund Madsen hevur í fleiri ár verið hugtikin av Fugloynni.

Anders Lund Madsen hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum (Mynd: Ritzau / Scanpix)

Kenda Twitter-síðan The Cultural Tutorhevur lagt ein lista út, sum vísir tær vakrastu bygdirnar í heiminum. Á hesum lista er føroyska bygdin Tjørnuvík at síggja.

 

Hesi tíðindi hevur danski sjónvarpsverturin og føroyavinurin Anders Lund Madsen deilt á sínum Twitter-vanga. Har skrivar hann soleiðis:

 

– Sjálvur haldi eg, at Hattarvík er enn vakrari, men lat tað fara. Føroyar ERU heimsins vakrasta stað, skrivar Anders Lund Madsen.

 

Aðrar bygdir á hesum lista eru Aitoliko í Grikkalandi, Civita di Bagnoregio í Italia og Kandovan í Iran.

 

Hendan myndin av Tjørnuvík er deild av The Cultural Tutor:

 

##med2##

 

Anders Lund Madsen hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum (Mynd: Ritzau / Scanpix)