Anders í føroyskari troyggju

Fyrstu avleiðingarnar av miðlasemjuni hjá Edmundi Joensen og nýggju fjølmiðlasemjuni millum danska Vinstraflokkin og stjórnina síggjast longu á skíggjanum hjá DR1 í kvøld.

Fyrstu avleiðingarnar av miðlasemjuni hjá Edmundi Joensen og nýggju fjølmiðlasemjuni millum danska Vinstraflokkin og stjórnina síggjast longu á skíggjanum hjá DR1 í kvøld.

 

Tað halda í øllum førum vit á Blits.

 

Stjórin í DR hevur sagt, at tey skulu brúka alt summarið og eitt sindur meira til at finna út av, hvussu tey skulu liva upp til krøvini frá Edmund Joensen um at hava meira føroyskt tilfar í sendiflatuni hjá Danmarks Radio.

 

Høgni Hoydal hevur funnist at nýggju semjuni, tí hann vil ikki hava fleiri føroysk tíðindi við donskum sjónarvinkli. Kanska er tað fyri at gleða Høgna Hoydal, at stylistarnir hjá Danmarks Radio hava latið Anders Lund Madsen í eina føroyska troyggju frá Guðrun & Guðrun í sendingini »Hvornår var det nu det var«, hóast føroyski vinkulin ikki er lættur at fáa eyga á...