NSÍ tapti í gjár 1-0 fyri Víkingi á heimavølli í 2. umfari í landskappingini. Venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, er argur um gongdina seinastu tveir dystirnar, har hann heldur at liðið hevur fingið ov lítla úrtøku.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin
- Í løtuni raka vit stengurnar og fáa ikki tað avgerandi burturúr fleiri støðum, men soleiðis er tað nú eina ferð í fótbólti, sigur Anders Gerber, venjari hjá NSÍ.
Les eisini: (Video) Her vinnur Víkingur á NSÍ
NSÍ spældi heldur óvæntað javnleik 1-1 í fyrsta umfari móti uppflytarunum úr EB/Streymi. Tá høvdu runavíkingar eisini fleiri royndir á mál, men tað kastaði bara eitt mál av sær, sum ikki gav meir enn eitt stig.
- Vit hava fleiri hornaspørk og eru nær við fleiri ferðir, meðan Víkingur skorar upp á eitt av sínum fimm ella seks hornaspørkum, sigur Anders Gerber.
Hann hevur nú eyguni eftir 1/8 finaluni í kappingini um Løgmanssteypið, har NSÍ skal spæla móti 07 Vestur.
NSÍ-Víkingur 0-1 (0-1)
0-1: Philip Djordjevic 37.
Dómari: Lars Müller










