Anders Fogh Rasmussen:Heldur seg til gjørdar avtalur

Anders Fogh Rasmussen leggur seg ikki út í føroysk viðurskifti, og hann heldur seg til gjørdar avtalur, og útsagnirnar hjá Høgni Hoydal ávirka ikki danska forsætisráðharrin nakað

Politikkur

Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, heldur seg til gjørdar avtalur við løgmann og landsstýrið, og útsagnirnar frá Høgna Hoydal fáa ongar ávirkan á politikkin hjá Fogh yvirfyri føroyingum.
-Føroyingar gera av, hvussu teir leggja sítt arbeiði heima í Føroyum til rættis, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Og almenni politikkurin hjá landsstýrinum sigur einki um fýra ár. Hann arbeiðir ikki við nakrari ítøkiligari tíðarætlan.
Landsstýrið og stjórnin eru samd um, at føroyingar kunnu yvirtaka málsøki, so størri ábyrgd fer at liggja hjá føroyskum myndugleikum. Og sama semja sigur, at tá ið málsøki verða yvirtikin, so minkar blokkstuðulin samsvarandi kostnaðinum á yvirtiknu málsøkjunum. Hetta er tað, sum Fogh heldur seg til, varð gjørt greitt á tíðindafundi týsmorgunin.
Anders Fogh Rasmussen gjørdi harafturat fullkomiliga greitt, at hann ikki leggur seg út í, hvat føroyskir myndugleikar gera við blokkstuðulin. Føroyingar skulu eisini vænta sær blokkstuðul á sama hátt sum donsku kommununar, og eins og tær, leggur stjórnin seg ikki út í, hvat peninguin verður nýttur til.
Anders Fogh Rasmussen hevur annars júst fingið nóg mikið av politiskum stuðuli, soleiðis at fíggjarlógin at viðtakast í Fólkatinginum.