Anders Fogh Rasmussen hevur vunnið heiðurin ?Årets Laks? orsaka av hansara jaligu útsagnir um tey samkyndu og teirra giftarmál, men nú er stuðulin til Fogh farin. Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur leingi verið sera væl dámdur millum tey samkyndu í Danmark. Men nú sigur tann vælkendi samkyndi politikarin Stig Elling, at forsætisráðharrin beinleiðis heldur seg burtur frá teimum samkyndu.
Ákærurnar frá Stig Elling eru komnar, tí at foræetisráðharrin hevur takkað nei til at luttaka í Homo OL í Keypmannahavn, umframt World Outgames í juli.
- Tað er undir alt lágmark at forsætisráðharrin ikki verður til staðar. Hann hevur áður fingið heiðurslønina ?Årets Laks?, tí hann úttalaði seg sera jaligt um samkynd giftarmál. Nú torir hann ikki at vísa seg saman við okkum, sigur Stig Elling.










