Nú klokkan 12 í dag føroyska tíð byrjar rættarsakin í Oslo Tinghus har gjørt verður av, um skuldsetti hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, framhaldandi skal sita i isolatión.
Løgreglan hevur biðið um, at Breivik verður hildi í fullkomnadi isolatión í fýra vikur aftrat, og tað skal rætturin so taka støðu til á miðdegi, skrivar VG Nett.
Sambært verjanum, Geir Lippestad, kennir Breivik taåð tungt at sita fullkomiliga isoleraður, og væntandi fer hann at mótmæla framhaldandi isolatión.
Tingrætturin í Oslo gjørdi ein feil fyri fýra vikum síðani, tá hann dømdi Anders Behring Breivik í fýra vikur isolatión, tí tað er bert loyvt at døma tvær vikur isolatión við handtøkur. Avgerðin varð tó ikki kærd til Borgarting lagmannsrett.
Við framhaldandi varðhaldsfongsling kann tó dømast fýra vikur isolatión, um fyritreytirnar annars eru til staðar.
Aftur hesaferð fer rættarfundurin fram fyri afturlatnum hurðum, skrivar VG Nett.










