Anders Brøns jarðaður í Nuuk

Hans Egede kirkjan var á tremur við fólki, sum vildu vísa Anders Brøns, stovnara av Polar Seafood, virðing.

Í dag varð Anders Brøns, stovnari av Polar Seafood, jarðarður í Grønlandi, og tey vóru mong, sum fylgdu kenda og stillføra vinnulívsmanninum á seinastu ferðini.

 

Anders Brøns læt lív í havnini í Ålborg í byrjanini av desember, og hendingin var ein rættiligur skelkur fyri grønlendska samfelagið – og ikki minst fyri familju og vinir hansara.

 

Hans Egede kirkjan var á tremur við fólki, sum vildu vísa Anders Brøns virðing – hesum manni, sum friðarliga og nærmast ónevndur arbeiddi fyri grønlendska samfelagið.

 

Tað var nærmasta familjan hjá vinnulívsmanninum, sum tók ímóti teimum mongu, sum vóru við til jarðarferðina, og úr Grønlandi verður sagt, at familjan var tyngd av sorg yvir mista pápan, beiggjan og abban.

 

Í sínari talu yvir Anders Brøns nam presturin við, hvussu hansara nærmastu fara at minnast mannin sum fyrikomandi, kærleiksfullan, viljasterkan, stuttligan og vitugan – ein maður við virðing, bæði fyri lívinum og sínum medmenniskjum.

 

- Anders Brøns náddi at gera eina rúgvu í lívinum, og hann gjørdi nógvar av sínum dreymum til veruleika, segði presturin, Mãnguak Dalager, eitt nú í sínari talu, skrivar www.sermitsiaq.ag í dag.