Føroyar eru slopnar fram at nógva staðni seinastu tíðina. Listar yvir góð ferðamál, PISA og mangt annað.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, so eru Føroyar eisini tiknar við í nýggjasta danska Anders And blaðnum.
Tað er ein søga, har Anders And – Dunnaldur Dunna, sum hann eitur á føroyskum – roynir seg sum seljara, og tað gongur sum smurt. Ja, tað gongur so væl at selja, at Dunnaldur klárar at selja eitt flogfar fyri 120 milliónir til Onkel Joakim - Gíðrikk McGvagg.
Tað fær Gíðrikk at staðfesta, at Dunnaldur í roynd og veru er ein fínur sølumaður.
Sjálvsálitið hjá Dunnaldi er í topp, og hann sigur, at hann er ein framúr góður sølumaður. Hann kann selja sand í Sahara, og sum um tað ikki var nóg mikið:
- Eg kann kann selja alt – eisini fisk til Føroya, sigur Dunnaldur Dunna.










