Anderlecht víðari við bit og slit

Í fjør var tað APOEL Nicosia, sum tók øll á bóli við at spæla seg heilt fram til fjórðingafinalurnar av Champions League, og í ár var líka við, at eitt annað kypriotiskt lið endaði í bólkaspælinum.

 

Púra óvæntað vann AEL Limassol fyrra undandystin móti Anderlecht á heimavølli 2-1, og heilt fra til 81. minutt helt Limassol 0-0. Men so skoraði Kanu til 1-0, og beint fyri tíð økti Aleksandr Lakovenko til 2-0, og harvið er belgiska liðið klárt til bólkaspælið.

 

Tað er Malaga eisini. Liðið, sjum er á markinum til fíggjarligt óføri, vann 2-0 á heimavølli móti Panathinaikos, og við 0-0 á útivølli í kvøld eru spaniólarnir eisini klárir.

 

Tað sama eru BATE Borisov við einum 1-1 javnleiki móti Hapoel Kiryat Shmona, eins og Dinamo Zagreb vann 1-0 á útivølli móti Maribor.

 

Seinasti dysturin í kvøld mátti út í longda leiktíð. Á heimavølli fekk Braga bert 1-1 móti Udinese, men italienararnir megnaðu heldur ikki at vinna á heimavølli, og við einum 1-1 javnleiki eftir eykatíð, mátti brotssparkskaping til.

 

Her vann Braga við at skora upp á øll fimm brotsspørkini, meðan Maicocell hjá Udinese lyfti bóltin inn í føvningin á Braga-málverjanum.

 

Í morgin verða fimm dystir aftrat í undankappingini til bólkaspælið í Champions League, millum annað Lille-FC Keypmannahavn.