Anderlecht steypavinnari

Belgiska steypafinalan í ár stóð ímillum Anderlecht og Gent, og tað gjørdist ein spennandi og málríkur dystur. Longu eftir seks minuttir skoraði Gent, og teir vóru eisini á odda 2-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Men so kom Anderlecht fyri seg, og eftir trimum minuttum hevði Olufade skorað tvey mál. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Anderlecht.