Andar sjálvur

Ísraelæski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevur sjálvur drigið andan, síðani læknarnir fóru undir at skerja doyvingina í morgun. Leiðslan á Hadassah-sjúkrahúsinum sigur, at tað kann taka tímar ella dagar at taka alla doyvingina burtur, og ikki fyrr enn tá fæst at vita, hvønn skaða heilin hevur fingið av bløðingini