Andaligir klassikarar á fløgu

Ein dýrgripur á fimm fløgum, verður sagt um nýggju savnsútgávuna frá Evangelisku Røddini.

Hvør minnist ikki: Meistarans hond, Føroyingar, Kvøða til pinkubarnið, Far meg ikki um á Jesus, Av Fjalsins Brún, Barnaminnir, og Eg sigli fram yvir lívsins hav.

Allir hesir, og nógvir afturat, sum hava verið útseldir í nógv ár, eru nú aftur at fáa.

57 sangir á 5 fløgum.


Tær fimm fløgurnar eru: Meistarans Hond, Hann legði í munn mín nýggjan song og Barnaminnir hjá Nikodemussangbólk-inum, Ymiskt á leiðini hjá M.C.Restorff og Dupultkvartettin í Ebenezer.

Tað er Evangeliska Røddin, í samstarvi við Gissur Patursson, sum hevur gjørt fløgurnar, sum nú eru at fáa í fløguhandlunum.