Ørindið minnir meg á kensluríka hending í lívi Dostojevskis tey árini, hann sat fangi í sibiriskum fongsli. Hann sigur: Tað var eitt lív, sum ikki var nakað lív, men ein rotin tilvera við neyð og líðingum, - stutt sagt: eitt lív í "Deyðans húsi".
Men ein páskamorgun sluppu fyri eina ferð skyld allir fangarnir í kirkju - undir strongum eftirliti. "Vit vóru, sigur hann, krøktir saman við leinkjum, og merktir við tekni skendsilsins. Vit stóðu allir stúgvaðir saman í ein bólk niðri við kirkjudyrnar. Fólkini, sum komu framvið hildu frástøðu frá okkum, og tú sá ótta og vanvirðing í andliti teirra. Men nærum allir fangarnir bóðu við djúpari virðing; og eftir prædikuna tóku vit allir móti altarins sakramenti.
Men tá ið presturin við kalikinum í hondini, segði orðini: "Harri, so tak tá eisini móti mær, sum tú í Paradís tók móti hinum iðrandi illgerðamanninum", tá kastaðu allir fangarnir, mestsum av sær sjálvum, seg sum ein maður niður á gólvið, so at glintini frá leinkjunum góvu hvøll afturljóð í halgidóminum: Hvør einstakur í flokkinum tók orðini um illgerðarmannin sum sipandi til sín.
Her var nakað av ektaðum barnasinni, tað sum er ríkisgimsteinurin í sinnalagi heimsins: hetta eyðmjúka sinnalagið, ið treytaleyst gongur inn undir dómin og dómsins mannminkan, men sum eisini, júst tí, eigur hetta lyfti frá Jesusi: at tann, sum setur seg sjálvan lágt eins og eitt barn, hann er størstur í himmiríki.
Tað er helst lættari fyri "fangar í leinkjum" - í heila tikið fyri tollarar og syndarar, enn tað er fyri heiðursmenn og teir bestu borgarar í samfelagnum, at gerast ein av hesum smáu!










