Stefan er ein av sjónligastu kristnu persónmenskum, sum í heila tikið er lýst í Nýggja Testamenti. Tá ið Halgabók skal geva eina mynd av honum, brúkar hon útsagnir sum, at hann var ein maður, fyltur av trúgv og heilagum anda, og fullur av náði og kraft. Hansara kristindómur var ein veruleiki, ið fylti hann heilt, og kristna eyðkenni hansara var millum annað trúgv og andi, náði og kraft.
Slíkur persónur talar til okkara um týðiligan kristindóm. Og í øllum tí nógva og fløkta átrúna vit síggja í dag, hvar markið millum kristiligt og verðsligt gerst tokutari og tokutari tí menniskju duga ikki at síggja hvat er verðsligt og hvat er andaligt, kann sigast, at tað júst er ein slíkan mann, vit treingja at setast andlit til andlits við. Alt tað verðsliga og hálvkristiliga roynir at vaska burtur markið, og lokka hjørtuni inn í ein vandamiklan heilaspuna.
Søgan um Stefan fyllir ikki nógv, men tað er sonn dygd í henni. Hon sigur fyri tað fyrsta, at greiður kristindómur skapar árin og andaligan førleika. Fyri tað næsta, so vekir týðiligur kristindómur mótsagnir. Stefan var nógv elskaður, men eisini nógv hataður.
Fyri tað triðja, so skapar týðiligur kristindómur sanna og týðiliga veking. Og fyri tað fjórða, so gevur týðiligur kristindómur fullan sigur í deyðanum.
Alt hetta kanst tú lesa í søguni um Stefan í Ápostlasøguni.
Gævi vit kundu prædika soleiðis, at kristindómurin gjørdist týðiligari og greiðari, so einki var at fara skeivur av, tá ið menniskju lurta eftir orðinum. Amen!