Vit skulu royna alt, sigur Guðs orð. Her er týdningarmikið at vera greiður yvir, hvat orð í tekstinum, dentur skal leggjast á. Er tað meiningin, at vit skulu royna ALT? Vil Guð at vit skulu sleingjast her og har, hyggja eftir øllum, sum býðst okkum, lurta eftir øllum prædikumonnum o.s.fr.? Í okkara tíð fært tú varhugan av, at mong hava fatað orðið soleiðis.
Men hvat sigur Guðs orð um slíkt? Vit skulu halda okkum burtur frá falslæru. Vit skulu ikki taka ímóti teimum, sum boða ein annan gleðiboðskap. Vit skulu halda fast við ta heilnæmu læruna, tí vit vita, hvørjum vit hava lært hana av. Andaligt forvitni er ikki ein eginleiki, sum fær rós í Guðs ríki.
Nei, meiningin er, at vit skulu royna alt, sum ger vart við seg. Tað, ið vit koma út fyri av munnligari og skrivligari boðan, tað, ið ljóðar kring okkum í lívinum og sum vit ikki koma uttanum at hoyra, tað skulu vit royna.
Til allar tíðir vil tað vera eitt og annað, sum liggur "í luftini". Tey, ið ikki eru rótfest í Guðs sanna orði, verða lættliga rivin við. Men tað rætta er at royna alt.
Forfedrar okkara vóru avgjørdir í slíkum søkum. Skriftirnar, sum Hans Nielsen Hauge hevur skrivað til vinir sínar, høvdu vit havt gott av at tikið fram og kanna. Hann skrivar m.a. at eingin skal viðmæla nýggjar og ókendar bøkur, fyrrenn teir elstu í kirkjuliðinum hava lisið tær. "Kirkjuliðið" merkir samfelag teirra heilagu. Tá ið ræður um bøkur, ið ikki læra rætt, eiga øll at vera ávarað móti at lesa tær. Vit halda tað vera okkara skylda at ávara menniskju móti sviki, hvussu mikið meira má hetta vera galdandi, tá ið tað snýr seg um andalig viðurskifti, sigur Hauge.
Vit skulu royna alt. Og royndin skal vera ein meting út frá Guðs orði. Samsvarar tað, ið skrivað og sagt verður, við Halgubók? Framgongd og succes er ikki eitt haldgott tekin um, at alt er rætt. Ofta savna falslærarar og deyð gudsdyrkan stórar fjøldir av menniskjum. Nei, tað er Guðs egna orð, ið er mátistokkurin.










