Andakt: Ræðist ikki

Fyri ringum tíðindum ikki hann ræðist. Sálmur 112. 7

 

Eftir John S. Myllhamar, Sandavágur

Frá morgni til myrkurs proppa fjølmiðlarnir okkum við ringum tíðindum, og menniskjan ørmaktast og fellir í ráðaloysi fyri tí, ið koma man.

Hin guðleysi hevur eisini alla orsøk at óttast tey ringu tíðindini. Tann, ið bara livir fyri pengum, óttast at bankin skal fara á húsagang og hann missir alt, hann hevur lagt niður fyri. Tann, ið hevur framt illgerðir, hevur alla orsøk at óttast tey ringu tíðindi, at fortíðin skal innheinta hann ein dag. Tann, ið liggur á sjúkrahúsi, óttast tey ringu tíðindini, ið siga, at hetta er byrjanin til endan; sjúkan er krabbamein ella blóðtøppur. Tín dári, í hesi nátt verður sál tín heinta av tær, tað eru seinastu tíðindini her á foldum fyri eitt guðleyst menniskja.

Undir øllum umstøðum má tað náttúrliga menniskja óttast tann dag, tá ið tey ringu tíðindini koma og taka burtur alla trygd og eydnu. Tí eru tað eisini mong, ið óttast fyri teimum ringu tíðindunum, sum brádliga kunnu koma.

Livir eitt menniskja uttan Guð og uttan vón í heiminum, er grund at óttast, tí tá stendur ein verjuleysur, tá ið forlagatungi dagurin kemur. Men hevur eitt menniskja tikið móti teimum góðu tíðindunum, tí gleðiliga boðskapinum, at syndin er strikað, at dómarin er vorðin frelsari, og at tey kunnu vænta sær alt gott frá honum, tá hava tey ikki orsøk at óttast tey ringu tíðindini. Ikki so at skilja, at Guðs børn vera spard fyri ring tíðindi; vit skulu øll hoyra mong av teimum. Men okkum nýtist ikki at ræðast tey, tí Guðs kærleikstankar liggja aftanfyri tey. Guð gevur megið at bera tey, tí eydnan hvílir á tí trygga grundvølli, sum heimsins nos ikki kunnu vika. Amen!