Frásøgnin, vit hoyra um í dag, er ein áhugaverd hending millum hin upprisna Jesus og lærusveinin Pætur.
##med2##
Tí samrøðan sigur nakað um hitt einkulta menniskja við teimum mongu niðurløgunum, vit menniskju ferð eftir ferð mugu ásanna og líða undir.
Samrøðan sigur eisini nakað um at trúgva á hin upprisna Jesus og at liva lív sítt í felagsskapi við Gudi og medmenniskjum.
Í dag ljóða orðini til okkara: “Ver hirði hjá seyði mínum! og “fylg mær!” Eisini við ósigri og sviki í viðførinum - eins og Pætur - eiga vit fara til verka og boða frá frelsuverki hins alvalda! - eins og vit syngja í sálmi 488, vers 5: “So undurfull, so dýrabar hans miskunn til mín røkk, og sum hon aldri enda fær, ei enda skal mín tøkk!”
Amen