Andakt: Alt væl gjørt

"Alt hevur hann gjørt væl" Mark. 7.37

 

Eftir John S. Myllhamar

Fyri nøkrum døgum síðani vistu miðlarnir at siga frá, at ein amerikumaður hevur stevnt Guði, tí at hann stóð aftanfyri alla neyð og allar vanlukkur í heiminum.

Nú taka ivaleyst øll hesi tíðindi sum skemt. Men eingin ivi um, at hugsanin um hin ónda Gud býr í mongum mannasinni. Enski heimsspekingurin John Stuart Mill segði einaferð: “Annaðhvørt er Guð kærleiki og ikki alvaldandi, ella er hann alvaldandi og ikki kærleiki, bæði tvey kann hann ikki vera, tí annars hevði sæð øðrvísi út í heiminum enn tað ger”.

Men ta er júst gátan við Guði, at hann er bæði tvey. Hin veldigi Guð, ið skapaði alt sára gott, og eisini hin kærleiksfulli Guð, sum oysti sín skapning undir við øllum ríkidømi sínum. Hann vildi at vit skuldu liva ævigt inni hjá sær. Har var nóg mikið av øllum.

Guð er ikki tann, ið hevur ført heimin út í óføri. Tað hava vit menniskju gjørt eftir ráðum frá djevlinum. Vit aktaðu hann betri enn vit aktaðu Guð. Vit fingu í yvirflóð í Paradís. Bara eitt einasta tilskilaði Guð sær og sýtti okkum at nema. Tað var fyri at vísa, at hann er Harri og faðir okkara og vit børn hansara. Men hetta eina forboðið kundu vit ikki lata vera við at smakka. Og úrslitið hava vit sæð heilt til hendan dag, tí Guð er eisini sannleiki og stendur við orð sítt.

Men Guð gav kortini sína fyrijáttan, at senda son sín í heimin at bøta fyri syndir okkara, og hvør tann, ið trýr á hann skal ikki glatast, men hava ævigt lív.