Fyri stuttum var ein “ung kvinna” í 30´inum komin út á Landsjúkrahúsið tí hon føldi at alt ikki ruggaði rætt við kroppi sínum, úti á Landsjúkrahúsinum í Tórshavn var tikið ímóti henni og var hendan unga kvinnan biðin at seta seg at biða í biðirúminum.
Kvinnan stóð til at bjarga, men aftaná at hava siti í biðistøðu alt ov leingi uttan læknahjálp, megnaði kroppur hennara ikki at standa ímóti meira og andaðist hon og eftir stendur familjan ein maður og trý børn sum nú onga mammu hava meira.
Hetta er tiverri støðan sum valdar í Føroyska sjúkrahúsverkinum í dag, kring alt Føroyar sita ungar kvinnur, mammur,ommur og familja teirra og stúra tí at tær hava illgruna um at alt ikki sum tað skal vera við kroppi teirra. Tann illgrunin sum liggur og spøkir er bróstkrabbi sum hevur staðið fyri mongan bardøgum har nógvar kvinnur hava bæði vunni, men eisini tapt!
Mammografi hevur verið ein møguleiki hjá Føroyingum í valla tíð, men nú týkist at Karsten Hansen og samgongan gjarna vilja taka váðan á seg og spæla við heilsuni hjá okkara kvinnum tí hendan støðan er ikki nýggj men hevur staðið á eina góða løtu, men enn eru eingin loysn funnin!
Eitt dømi av hvussu umráðandi hendan kanning er sær man í okkara grannalandi Danmark har kvinnur sum ganga til screening hava 25 % størri møguleikaat gerast frískar uttan varandi mein sum t.d brósttakan ímun til kvinnur sum ikki ganga til screening og hetta eru tær Føroysku kvinnurnar tí møguleikin er jú ikki har!
Hetta er ikki ein spurningur um pengar tí pengar eru nokk av tí ímeðan alt hetta fer fram situr Jacob Vestergaard og “Oggar Goggar” og lutar í hundratals milliónum út til ymsar reiðarar ÓKEYPIS!
Spurningurin er hinvegin nemliga um stúran og deyða.
Tískil vil eg heita á teg Karsten Hansen um at fáa hetta í rættlag sum skjótast tí vónandi vilt tú ikki hava lívið hjá øðrum á tínari samvitsku!
· At fáa mammografi tænastuna í verka beinavegin.
· At seta regluliga screening í verk.
· At ikki spæla við lívið hjá fólki tí tíð hevur alt at siga!
Hví? Tí eg vil ikki á nakran hátt hava at mín dama, mamma ella mítt komandi barn ella nøkur familja skulu standa móðurleyst og ganga í stúran vegna væntandi lívsneyðuga tænastu.
Hesar kvinnur hava alt at siga fyri okkum og vit skylda teimum einans tað besta av tí besta.