-Tað er tykkum fyri at takka, at eg kann standa her í dag og siga, at eg eri forsetavalevni hjá demokratunum, segði Barrack Obama, tá hann í nátt takkaði sínum viðhaldsfólkum í St. Paul í Minnesota. Umleið 20.000 fólk vóru sloppin inn at lurta eftir honum, og sambært fjølmiðlunum stóðu onnur 15.000 uttanfyri.
Barrack Obama tryggjaði sær sigurin í tí allarseinasta umfarinum í uppstillingarvalinum í nátt. Hann vann í Montana, meðan Hillary Clinton vann í South Dakota. Tað var kortini ikki sjálvur sigurin í Montana, sum var avgerandi, men heldur tað, at Barrack Obama tryggjaði sær stuðul frá 2.118 valmonnum, sum eru neyðugir fyri at fáa meiriluta á tí endaliga uppstillingarfundinum hjá demokratunum í august.
Tá tann 46 ára gamli senatorurin úr Illinois fór á pallin at takka sínum veljarum, hevði Hillary Clinton júst verið á pallinum í New York og hildið sína takkarrøðu. Men tey, sum væntaðu, at hon fór at viðurkenna ósigurin og at taka seg aftur, mistóku seg. Tvørturímóti greiddi hon fundarfólkinum frá, at hon fer at taka ta neyðugu tíðina til at hugsa seg um.
-Hetta hevur verið eitt langt valstríð, og eg geri onga niðurstøðu í kvøld, segði hon.
Varaforseti
Í gjár kom ein ábending frá Hillary Clinton om, at hon er hugað at stilla upp saman við Barrack Obama sum hansara varaforsetaevni. Hesin møguleiki hevur verið frammi fyrr, og nógvir amerikanarar siga, at tað hevði verið eitt "dreymalið" hjá demokratunum at stilla tey bæði upp.
-Tann møguleikin er til staðar, svaraði Hillary Clinton á einum telefonfundi, tá ein av luttakarunum helt fyri, at demokratarnir hava nógv størri møguleikar at vinna í heyst, um teir stilla bæði Obama og Clinton upp.
Obama tryggjaði sær sigurin júst fimm mánaðir eftir, at uppstillingarstríðið byrjaði í Iowa tann 3. januar. Valdysturin millum hann og Hillary Clinton hevur skapt ein so stóran áhuga fyri politikki, sum einki valstríð frammanundan hevur megnað, og valluttøkan hevur eisini verið størri enn nakrantíð fyrr.
Spjaðing
Men uppstillingarvalið hevur eisini avdúkað, at í veruleikanum ganga veljararnir hjá demokratiska flokkinum í bólkum, og at hetta er serliga sjónligt, tá tað snýr seg um húðalit og aldur.
Í fleiri statum hava næstan 90 prosent av teimum svørtu veljarunum atkvøtt fyri barrack Obama. Harafturímóti hevur hann havt stórar trupulleikar við at fáa stuðul frá hvítum arbeiðsfólki og teimum eldru veljarunum. Hesi hava atkvøtt fyri Hillary Clinton. Tí halda fleiri, at tað hevði verið ein styrki fyri flokkin, um tey bæði stilla upp í felag í heyst.
Hillary Clinton hevur onkuntíð fyrr givið okkurt hissini tekin um, at tey bæði eiga at finna saman, men Barrack Obama hevur als ikki viljað tosa um, hvønn hann vil hava til varaforsetaevni. Tað gjørdi hann heldur ikki í nátt.
Tað eru ikki øll, sum halda, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Barrack Obama, um Hillary Clinton stóð á vallistanum sum hansara varaforsetaevni. Longu síðani tann fyrsta dagin í valstríðnum hevur hann tosað um "broyting" og "nakað nýtt", og summir eygleiðarar halda, at hann víkir frá hesum slagorðunum, um hann fær sær Hillary Clinton til varaforsetaevni.










