Tær eru eftirhondini vanar at vinna. Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, sum saman kalla seg Rammatik, hava seinastu árini framleitt fleiri stuttfilmar, sum hava vakt altjóða ans. Men heiðurin at vera komin við til undankappingina til Oscarhandanina, man helst teljast millum teir størstu.
- Tað er soleiðis, at tað eru 20 filmsfestivalar runt um í heiminum, sum geva stuttfilmum atgongd til Oscar undankappingina. Hesir festivalarnir koyra frá oktober til oktober. Ì oktober í ár vunnu vit Kanadiska filmsfestivalin, og okkara filmur »Magma« er tí millum teir fyrstu filmarnar, sum eru komnir á vinnaralistan, greiðir Rannvá Káradóttir frá.
- Í oktober 2012, tá vinnarafilmarnir eru funnir, verða allir 20 vinnandi stuttfilmarnir kunngjørdir, og síðani verða teir vístir í Los Angeles.
Rannvá sigur víðari, at eftir sýningina í Los Angeles eru tað áskoðararnir, sum saman við eini dómsnevnd, geva øllum filmunum karakterir millum 6-10. Teir filmarnir, sum fáa yvir 7,5 í miðal, sleppa víðari til næsta umfar.
- Í næsta umfarinum er tað so bara dómsnevndin, sum velur seks filmar, sum sleppa við til sjálva Oskarkappingina. Tað eru sostatt tvey útskiljingarumfør, áðrenn man nær til sjálva Oscar-kappingina.
Tað vil við øðrum orðum siga, at Marianna og Rannvá eiga ein av 20 filmum, harav seks verða tilnevndir til Oscarheiðurslønina fyri stuttfilmar.
Væl umtóktar í USA
- Vit vóru ikki til staðar í Kanada, tá vit vunnu, og vit vistu faktiskt ikki av, at hesin festivalurin gav atgongd til The Oscars. Vit vóru við á Skype, tá vit vunnu, men ikki fyrr enn nakrar vikur seinni fingu vit ein mail við grundgevingini hjá kanadisku dómsnevndini, sum valdi okkum til vinnarar.
- Og í hesum mailinum stóð eisini, at vit vóru við í undankappingini til The Oscars. Tað kom tí púra óvæntað, og vit eru sjálvandi ótrúliga glaðar, sigur Marianna Mørkøre.
- Vit hava eisini fyrr skemtað við, at vit gevast ikki við filmslistini, fyrr enn vit hava vunnið ein Oscar. Og nú eru vit simpulthen við í undankappingini. Tað blívur ikki betri, leggur Rannvá afturat.
Sermerktu stuttfilmarnir uttan nakra søgugongd eru sera væl umtóktir allastaðani, har teir verða sýndir. Tær hava vunnið hópatals virðislønir fyri filmarnar, men hava tær nakra hóming av, hvat amerikanarar, sum jú koma at gera av, hvussu langt tær skulu náa, halda um filmarnar?
- Ja, í apríl í ár vóru vit í USA og vístu filmarnar fram í Scandinavian House í New York. Tá vóru fólk sera bergtikin av filmunum. Vit fingu nógvar viðmerkingar um føroysku náttúruna, sum veruliga er í fokus, og fólk vóru forvitin og spurdu um Føroyar, sigur Marianna.
- Eg haldi, at okkara filmar hava eitt heilt sermerkt úttrykk. Tað er antin/eller. Antin dámar fólki teir sera væl, ella dámar teimum teir slett ikki. Teir eru heilt øðrvísi og bróta frá, og tí er tað ilt at siga, hvørjar vánirnar eru, sigur Rannvá.
- Men vit hava ikki nýtt nakra uppskrift, og tí hava flestu fólk aldri sæð nakað líknandi fyrr. Hetta er heilt nýtt, og tað trúgvi eg, kann vera ein styrki, leggur Rannvá dent á.
Røð av átta filmum
Marianna og Rannvá hava sett sær fyri at gera átta stuttfilmar í røðini »The Cycle«. Tær hava longu arbeitt við hesi verkætlanini í tvey ár, og júst nú sita tær og klippa film nummar fimm, sum eitur Karmok.
Sìðani hava tær tríggjar filmar eftir at gera av hesi stuttfilmarøðini, og ætlanin er, at tær, tá allir filmarnir eru gjørdir, skulu seta allar stuttfilmarnar saman og lansera teir sum eitt heilt projekt.
- Tað hevur verið strævið at arbeiða við hesum filmunum á tann hátt, at vit bara eru tvær. Vit hava nógv hugskot, men tað tekur langa tíð at gera ein film. Vit arbeiða við hugskotinum, skaffa fígging, finna leikarar, finna støð at filma, filma, klippa og gera pr-arbeiðið. Og tað eru bara vit báðar, so nýggju hugskotini eru langt frammanfyri tað, sum vit megna at arbeiða burturav okkum, vísir Marianna á. - Men sjálvt arbeiðið fellur okkum als ikki tungt, slær hon fast.
Rannvá heldur, at tað eisini ger arbeiðið nógv lættari, at tær allatíðina fáa herðaklapp fyri tað, tær gera.
- Tað er bestemt ein gularót fyri okkum, at vit fáa so góð ummæli, vinna so nógvar festivalar, og at vit nú eru við í Oscar undankappingini. Tað er fantastiskt, sigur Rannvá.
Við í fremstu røð
Hóast tær hava nógvar arbeiðsætlanir við seinastu trimum filmunum, so kunnu Rannvá og Marianna samstundis njóta at vera komnar við í undankappingina til the Oscars. Nú, tær hava tryggjað sær pláss í undankappingini, er bara at bíða, inntil oktober kemur, og allir vinnandi filmarnir eru funnir. Síðani skulu filmarnir ígjøgnum tvey útskiljingarumfør, og at enda, tá lýsingarherðferðin fyri Oscar-handanina 2013 fer at koyra, finna vit útav, um ein føroyskur stuttfilmur er ímillum teir seks tilnevndu.
Um væl vil til, vinna føroyingar eina av gyltu standmyndunum fyri besta stuttfilm í 2013. Livst so spyrst. Men vit kunnu í øllum førum fegnast um, at nýskapandi, føroysk filmslist er við heilt frammi í frontinum. Tað er ótrúliga flott.
------------
Vinnarafilmur í Norðurlandahúsinum
Hóskvøldið 15. desember verða fýra filmar hjá Rammatik, sum Rannvá og Marianna tilsamans nevna seg, vístir í Norðurlandahúsinum. Tá verður nevniliga eitt føroyskt filmslistakvøld. Bæði »Magma«, sum er við í Oscar undankappingini, »Amohr«, »Marran« og »Irra« verða sýndir fram, saman við hópin av øðrum føroyskum filmum.
Skráin fyri Filmskvøldið kl 19.30 í Norðurlandahúsinum:
Skýming - Anton Petersen
Ávegis - Andrias Høgenni
Alda reyð & Needle and String - Heiðrik á Heygum
Last Song - Katrin Ottarsdóttir
Magma, Amohr, Marra, Irra - Marianna & Rannvá
BIG - Marianna Mørkøre
Bow - Rannvá Káradóttir
Vón og Málhøvd - Dennis Agerblad
Mens vi venter - Franklin Hendriksen
Mary D - Jákup Veyhe / Uni Debess
-------