"Um summarið vísi eg Føroyar fram, og restina av árinum royni eg ansa at eftir teimum"

Sámal Bláhamar rekur tora.fo og enjo.fo, sum eru tvær heimasíður, við heilt hvør sínum endamálið

Hvat er tora.fo?
Tora.fo er ein heimasíða, har ein og hvør kann koma og bíleggja túrar í summarhálvuni. Eg eri sum oftast guide, og so havi eg ein sjafør aftrat mær. Vit hava eina fasta skrá, og hvør dagur hevur sín túr.

Verður tú ongantíð troyttur av hesum?
Nei, als ikki! Eg plagi at siga, at Føroyar eru heimsins besta land at vísa fram. Vit hava so væl útbygt samferðslunet, sum bara bíðar eftir okkum í ferðavinnuni at vísa fram.

Hvussu so tá veðrið er ringt?
Tað heldur okkum ikki aftur. Tað hendir seg meiri enn so, at veðrið er ringt og vindur er, men so kanst tú altíð lova ferðafólkunum, at tað einasta sum er sikkurt og vist, er, at veðrið verður betri. Og tað passar altíð!

Hvat er enjo.fo?
Enjo er tað, sum eg takist við vetrarhálvuna. Enjo er reingerðarvørur sum verja umhvørvið. Í mun til vanliga reingerðarvørur, so brúka vit reingerðartevjur, sum vísir seg at verða minst líka gott, um ikki betri.

Er nakar felagsnevnari fyri báðar heimasíðurnar?
Á ein hátt ber tað væl til at siga, at síðurnar báðar hava ein felagsnevnara ella hanga saman. Tí um summarið vísi eg Føroyar fram fyri ferðafólkum, meðan eg restina av árinum royni at halda tær reinar og varðveita tær.
Og endamálið við tí heila er, at Føroyar skulu vera tað landið í heiminum, sum brúkar fægst kemikaliir per íbúgva. Tað hevði verið eitt vørumerki, sum vildi nakað!

Hvørjum vilt tú heilsa?
Konu míni, Tórharda, sum er í Enjubásinum á sølustevnu á Tvøroyri, og okkara 10 ommu- og abbabørnum, sum vit eru so errin av.Sámal Bláhamar rekur tora.fo og enjo.fo, sum eru tvær heimasíður, við heilt hvør sínum endamálið.