Føroyingar hava, í samband við sendingina "Stjerne for en aften" hjá Danmarks Radio, havt møguleika at atkvøtt fyri luttakarunum í sendingini. Føroya Tele hevur staðið fyri tøkniliga partinum, sum ger tað møguligt hjá kundunum hjá Føroya Tele at atkvøða og eingir trupulleikar hava verið hesum viðvíkjandi. Føroya Tele harmast, at vantandi kunning á sjónvarpsskíggjanum hevur ført við sær ivamál um, um tænastan hevur virkað. Eisini kann Føroya Tele upplýsa at føroyingar hava atkvøtt og atkvøðurnar eru taldar við.
Fyri at atkvøða skal hyggjarin hava røttu endatølini, sum verða upplýst í sendingini. Eisini skal hyggjarin minnast til at sláa 0045 framanfyri danska nummarinum. Atkvøðan er skrásett, tá ið hyggjarin fær bundnan tóna, tvs. at hyggjarin ikki fær samband við nakran í hinum endanum. Uppringingin er ókeypis. Ikki ber til hjá føroyingum at atkvøða við sms-boðum.