"Smúkkuhjørnið" við sera vøkrum smúkkum

Mikudagin 19. november lat ein nýggjur handil upp í Niels Finsensgøtu 51 í Havn. Talan er um "Smúkkuhjørnið", sum Hedvig Reinert Davidsen í Havn rekur saman við familjuni.

Tað er Sp/f Búgv, sum nýliga hevur keypt hesi húsini. Hedvig fekk hugskotið til handilin, tá hon sá, hvussu væl húsini lógu fyri í býnum.
Hon hevur fingið umboð fyri Creol smúkkurnar, sum eru gjørdar eystanfyri av silvursmiðum, sum eru lærdir at gera smúkkur eftir donskum kvalitetsnormum. Hetta eru t.d. hálsbond, armbond, ringar, oyraringar og brosjur, sum ikki fyrr hava verið seld í Føroyum.
"Smúkkuhjørnið?samastarvar við Creol umboðið í Keypmannahavn.
Handilin er opin yrkadagar frá 14.00-17.30 og leygardag frá 10.00-14.00.