"Nýggj" sparikassadeild í Saltangará

- Umskipingin leggur upp til, at viðskiftafólk skulu kenna seg vælkomnan í deildini, bæði til smá ørindir, og tá ið tú hevur meira uppá hjartað og hevur tørv á hollari fíggjarligari ráðgeving. Málið er at taka burtur forðingar, sum kunnu vera millum viðskiftafólk og ráðgeva og soleiðis skapa møguleikar fyri eini lættari og fríari atgongd, siga tey á deildini í Saltangará

Umskiping

Hósdagurin, 1. juli, er settur sum nýggjur upplatingardagur hjá deildini hjá Føroya Sparikassa í Saltangará. Hetta merkir tó ikki, at deildin hevur verið afturlatin og er latin uppaftur. Men seinastu tíðina eru hølini, sum annars eru tey somu sum frammanundan, vorðin umskipað og innrættað av nýggjum.
Hølini eru nú opnari og litirnir frískari. Innbúgvið er broytt, soleiðis at diskar, kassar og annað eru færri. Sum viðskiftafólk, ið leitar eftir ráðgeving, situr tú ikki yvir av ráðgevanum, sum er krógvaður aftanfyri telduskíggjar og skuffur.

Lættari atgongd

Jónleif Jacobsen, økisleiðari, sigur, at málið við nýggju innrættingini er at taka burtur forðingar, sum kunnu vera millum viðskiftafólk og ráðgeva og soleiðis skapa møguleikar fyri eini lættari og fríari atgongd hjá viðskiftafólki til tey, sum starvast á deildini.
- Hevur tú eitt hvørt at tosa við okkum um, nýtist tær ikki at stilla teg við kassan at bíða. Skjótast og lættast er at venda sær beinleiðis til ein ráðgeva, sum er fúsur at hjálpa tær við øllum spurningum og ørindum.
Í deild sparikassans í Saltangará stendur ein einstakur kassi eftir, har tú kanst avgreiða inngjøld og útgjøld í reiðum peningi. Sjálvtøka er eisini til peningaavgreiðslur.
- Broytingin merkir, at vit eru farin frá tveimum kassaavgreiðslum til ein kassa. Í staðin hava vit nú níggju avgreiðslur, har ráðgevar veita hjálp og góð ráð í fíggjarligum spurningum. Heldur enn at hava samband við ein kassa, fært tú í nýggju skipanini samband við ein kundaráðgeva.

Arbeiða í bólki

Jónleif sigur, at umskipingin leggur upp til, at viðskiftafólk
skulu kenna seg vælkomnan í deildini í Saltangará, bæði til smá ørindir, og tá ið tú hevur meira uppá hjartað og hevur tørv á hollari fíggjarligari ráðgeving.
Ráðgevingin í deildini í Saltangará er annars skipað soleiðis, at kundaráðgevarnir arbeiða í bólkum, og tað metir deildin hevur stórar fyrimunir fyri teg sum viðskiftafólk.
- Tú hevur tín egna kundaráðgeva, men um ráðgevin av eini ella aðrari orsøk ikki er at hitta, ber bólkaskipanin í sær, at hinir ráðgevarnir á deildini kunnu veita tær líka holl ráð ella hjálp. Bólkaskipanin ber nevniliga í sær, at ráðgevarnir kenna tíni viðurskifti við Sparikassan. Soleiðis kemur tú sum viðskiftafólk við tíðini at heilsa uppá allar ráðgevarnar í bólkinum, og á henda hátt verður tað altíð onkur á deildini, tú kennur ? og, sum kennur teg sum viðskiftafólk, sigur økisleiðarin.

Børnini við

Børn keða seg ofta, tá ið tey bíða eftir foreldrunum, sum avgreiða síni ørindi í peningastovni.
Hetta hava tey á deildini í Saltangará eisini hugsað um.
Kristina Ellingsgaard, varaleiðari, sigur, at fólk kunnu
saktans hava børnini við tær inn í Sparikassan í Saltangará.
- Miðskeiðis í hølunum kunnu børnini eitt nú lesa bøkur, tekna og hyggja at filmi, meðan foreldrini avgreiða tey "keðiligu" ørindini. Eru tú og kundaráðgevin í trúnaðarpráti, hava vit eyguni eftir barninum, sigur varaleiðarin, ið er væl nøgd við umskipingina, sum hon vónar fer at vera til gagns fyri viðskiftafólkini.