Fiskavirkisvinna
Mánadagin var hátíðarløta á virkinum hjá Faroe Seafood í Miðvági.
Kanska er orðið hátíðarløta ikki heilt tað rætta í hesum sambandi, tí hetta var ein løta, har leiðslan í Faroe Seafood og starvsfólkið á virkinum takkaðu tveimum av sínum starvsfeløgum fyri góða, trúgva og drúgva tænastu.
Faroe Seafood vildi heiðra teir báðar, Helga Hansen og Jason Johannesen, nú teir gevast í føroyskari fiskavirkisvinnu og fara at njóta sítt "otium", sum vit plaga at rópa tað.
Helgi Hansen hevur verið maskinmeistari á virkinum í Miðvági undir skiftandi eigarum og skiftandi leiðslum heilt, síðan virkið læt upp við endan av 1971.
Sum skilst, varð virkið á fyrsta sinni royndarkoyrt til jólar í 1971, og í byrjanini av 1972 varð farið undir veruliga framleiðslu.
Øll hesi ár og heilt fram til í summar, hevur Helgi verið maskinmeistari á virkinum.
Hevði Helgi, sum í dag er 68 ára gamalur, hildið fram til jólar, høvdu árini á fiskavirkinum í Miðvági verið júst 35 í tali.
Ein maskinmeistari, sum arbeiðir í tí stilla, gerst neyvan kendur um landið fyri sínar dygdir ella røkiskap, men tað kann ein virkisleiðari gerast, sum hóast alt er meira frammi í fjølmiðlunum sum árini ganga.
Jason, sum er 72 ára gamalur og sum upprunaliga er gjáarmaður, er kendur um alt landið sum ein serstakliga dugnaligur virkisleiðari.
Hann er meira enn nakar annar royndur í leikum sum stjóri og virkisleiðari gjøgnum øll hesi mongu ár, hann hevur fingist við fiskaframleiðslu av ymiskum slagi.
Tað vóru teir báðir, Meinard Jacobsen, stjóri á Faroe Seafood og Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari á virkinum hjá Faroe Seafood í Vestmanna, sum á hátíðarløtuni søgdu nøkur orð um hesar báðar menninar, sum so trúliga og dugnaliga hava tænt fiskavirkisvinnuni.
Ein legenda
Meinhard Jacobsen segði um Jason Johannesen, at eins og vit tosa um "legendur" í eitt nú tónleiki, er Jason ein legenda í føroyskari fiskaframleiðslu.
- Jason er ein maður við óvanliga drúgvum royndum innan fiskaframleiðslu, og hann hevur verið ein serstakliga dugnaligur virkisleiðari.
Meinhard segði, at Jason sigldi sum ungur í eini tíggju ár, og við endan av tíðini sum sjómaður, tók hann eisini prógv sum stýrimaður.
Tíggju tey næstu árini (1960-1970) starvaðist hann sum virkisleiðari á Nordafar í Føroyingahavnini, har hann fekk virkið á føtur.
Árini 1971-1982 starvaðist hann á Frostvirkinum í Norðdepli, til hann í 1982 tók við leiðsluni á táverandi Snarfrost í Miðvági.
Jason var á Snarfrost fram til 1993, tá ið virkið varð lagt undir Føroya Fiskavirking, og síðan var hann á virkinum fram til 1997, til hann tók við sum virkisleiðari á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Saltangará.
Í Saltangará var Jason árini 1998-2004, tá ið hann aftur endaði á virkinum hjá Faroe Seafood í Miðvági.
Tað var her, hann starvaðist síni síðstu ár í føroyskari fiskavirkisvinnu.
- Jason er ein ógvuliga nógv avhildin maður á sínum øki ein maður, sum vit hava stóra virðing fyri. Hann hevur verið hollur í ráðum hjá okkum yngru. Vit vita ikki um nakað virksemið, sum hann ikki hevur fingið at borið til.
- Vóru vit í iva, ringdu vit til hansara.
Men eins dugnaligur, hann hevur verið, hevur hann eisini dugað at sagt sína meining um tingini.
- Hann hevur dugað ógvuliga væl at sæð, hvat loysir seg, og hann hevur dugað at sett "fokus" á úrtøku. Hann hevur havt ómetaliga góð evni at sæð, hvat bara til og hvat ikki bar til, segði Meinhard Jacobsen.
Jason er ein "gemytligur" og áhugaverdur maður við so hollari vitan og gløggsemi á sínum øki sum fáur.
Røki og avhildin
Tað var Jákup Eli Thomsen, sum segði nøkur góð og vælvald orð um Helga Hansen.
Hann segði, at Helgi hevur verið ein serstakliga dugnaligur, røkin og loyalur maður á fiskavirkinum í Miðvági, eisini undir skiftandi leiðarum og leiðslum.
- Tað hevur verið ein frægd fyri eyga at síggja, hvussu snotuligt og reint verkstaðið hjá honum altíð hevur verið. Ja, vit kunnu siga, at tað hevur skinið sum ein "stova".
Hann segði, at Helgi eisini hevur verið maðurin, sum hevði sína meining um tingini og tordi at bera hana fram á røttum staði. Tí visti tú eisini, hvar tú hevði hann.
- Vit hava stóra virðing fyri honum og hansara dugnaskapi á sínum øki. Hann hevur verið nógv avhildin sum maskinmeistari øll hesi mong ár á virkinum.
Jákup Eli Thomsen vísti á, at fiskavirkið í Miðvági er nógv broytt, síðan tað læt upp á fyrsta sinni, og tekniskt hava broytingarnar verið stórar.
Helga Hansen dámar væl at fiska, og væntandi er, at hann nú fer at brúka uppaftur meira tíð á vøtnunum við tráðuni.
Á hátíðarløtuni handaði Meinhard Jacobsen Jason Johannesen eitt nú ein málning, og Helgi Hansen fekk eitt nú ein gávukekk.