"Kunnu" kóka vatn úr byrgingini í Havnardali

Vatn

Í fráboðan í síðstu viku, ger Tórshavnar kommuna vart við, at borgarar, sum fáa vatn úr vatngoymsluni í Havnardali, "kunnu" kóka vatnið, meðan lýtt er í veðrinum.
- Dálkingin er ikki stór, og fyri frísk fólk er tað ikki vandamikið at drekka vatnið, sigur kommunan.
Á einum korti verður víst á, hvørjir býarpartar í Havn fáa vatn úr vatngoymsluni í Havnardali, og her er talan í fyrsta lagi um vesturbýin og miðbýin.
Í fráboðanini verður sagt, at tað eru nýggju kanningarhættirnir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum vísa, at vatndygdin ikki er nøktandi til framleiðsluna á virkinum hjá Fiskavirking í Havn, sum hevur fingið vatn úr Havnardali.
Dánial K. Christiansen á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni segði herfyri við Sosialin, at fleiri koliforma-bakteriur eru í vatninum úr Havnardali, enn kunngerðin hjá landsstýrinum hesum viðvíkjandi ásetir.
Koliforma-bakteriur stava serliga frá skarni, og Dánial K. Christiansen helt, at betur er at vera fyrivarin.