Ancelotti er ikki bangin

Hóast venjarin hjá Manchester United vil leypa á, so er Milan-venjarin, Carlo Ancelotti púra róligur undan dystinum í kvøld.

- Skora teir, so er tað eingin vanlukka. Dysturin er altso 90 minuttir, og eg eri vísur í, at vit kunnu skora fleiri ferðir. Okkara mál er at hava tamarhald á dystinum. Tað høvdu vit í 60 minutti á Old Trafford, og hesa ferð mugu vit bara halda fast allan vegin, sigur Ancelotti.