Stjórnarflokkurin í Suðurafrika, ANC, er komin í álvarssamar trupulleikar, eftir at fremsti ráðgevin hjá landsins varaforseta hevur fingið 15 ára fongsul fyri svik.
Handilsmaðurin Schabir Shaik hevur verið fíggjarráðgevi hjá Jacob Zuma, varaforseta, og undir rættarmálinum kom fram, at varaforsetin var vitandi um partar av tí ólógliga virksemið hjá ráðgevanum. Tað hevur fingið andstøðuna og teir suðurafrikonsku fjølmiðlarnar at krevja, at varaforsetin fer frá, samstundis sum málið verður kannað nærri. Andstøðan og fjølmiðlarnir siga eisini, at Suðurafrika kann ikki møta umheiminum við einum varaforseta, sum er settur í samband við svik, og at viðurskiftini eru ein hóttan ímóti tí unga demokratiinum.
Fyribils er tó einki, sum bendir á, at varaforsetin verður frákoyrdur. Jacob Zuma er væl umtóktur ímillum tað unga fólkið. Harafturat er hann av zulu-fólkinum og fær dyggan stuðul frá teimum, og hesum stuðuli hevur ANC brúk fyri, skrivar AP.