Tað hildu í hvussu er tey flestu, sum hava sæð heimasíðuna hjá Skarv og plakatina til leygarkvøldið. Men talan er um Una Debess Reinert og afturat sær hevur hann góða manning Leygarkvøldið verður rock-, blues- og popptónleikur á Skarv í Keypmannahavn. Myndin her minnir um Anastasia, men tó! Mr. Blues Uni Reinert Debess syngur og spælir guitar, Arnold Ludvig spælir bass og Pætur við Keldu syngur og spælir uppá tangentar.
Hesir væl royndu føroysku tónleikararnir fara at undirhalda við egnum tilfari og øðrum góðum. Tað er frá Crawling Blue, Go Go Blues, Jim Morrison, Creedence Clearwater, Eric Clapton, Beatles og annað sýrað gott og skitið, sum Mr. Blues plagar at taka til.
Promotarin á Skarv, E.S.J., metir Una at vera eitt sera gott boð uppá Føroya besta tónleikara bæði hvat viðvíkur talenti við guitari og sangi, upptraðkan, útsjónd, og at maðurin hevur langa framtíð. Tónleikurin leygarkvøldið byrjar um miðnáttarleitið