Anarki ræður

Í dag hittast skúlanevndir úr øllum landinum til fundar í Havn. Orsøkin er arbeiðssteðgurin í føroyska fólkaskúlanum. Formaðurin í skúlaráðnum í Havn heldur, at støðan nú er ótolandi og at anarki ræður

Eftir ætlan skuldu flestu skúlanevndir í landinum hittast í gjár, men fyri at fáa umboð úr Suðuroynni við, verður fundurin í dag, hósdag.

Formaðurin í Skúlaráðnum í Havn, Egon Øregaard, sigur, at talan er um flestu skúlanevndir í landinum. Í hvussu er fyri størru plássini, ið hava framhaldsdeild og har skúlarnir eru hart raktir av arbeiðssteðginum.

Talan verður um at tosa saman um trupulleikarnar. Møguliga fara nevndarumboðini at bjóða seg fram, um tey kunnu nýtast til okkurt, ið kann gagna gongdini, ella um tey kunnu koma við hugskotum um, hvussu gongd fæst á aftur samráðingarnar.


Anarki

Egon Øregaard sigur, at ikki er væl vorðið í skúlunum og at talan nú er um anarki.

Hann metir, at øll eru rakt av arbeiðssteðginum. Foreldur eru í dupurhuga, tí eldru næmingarnir eru ikki í skúla, nú próvtøkur nærkast og so eru sjálvsagt eisini trupulleikar av yngru børnunum, ið ganga fyri vág og vind.

Hann heldur, at nú má henda støðan halda uppat.