Eftir tapið sunnudagin, tá Viswanathan Anand gjørdi ein brølara og gav upp, hevur hann í dag fingið fullkomna endurreisn.
Við hvíta fólkinum trýsti Viswanathan Anand Magnus Carlsen alt talvið. Eftir eina skjóta byrjan, steðgaði brádliga upp hjá Magnus Carlsen. Sum leikur fór, gjørdist støðan á talvborðinum rættiliga ókend, tað vil siga, sjálvdan sæð fyrr í talvheiminum. Tað tyktist tó, sum at Viswanathan Anand var væl fyrireikaður, og flutti skjótt, meðan Magnus Carlsen var í heldur ókendum lendi.
Tað endaði sum tað mátti. Tá tilmálda tíðin til fystu 40 leikirnar var farin, rætti Magnus Carlsen hondina fram og ynskti Viswanathan Anand til lukku við sigrinum.
Hetta er fyrsti sigurin hjá Viswanathan Anand móti Magnus Carlsen síðani desembur 2010. Teir hava telvað 24 ferðir síðani tá.
Støðan í dystinum er nú 1,5 - 1,5. Í morgin sessast teir aftur við borðið, tá hevur Magnus Carlsen hvíta fólkið. Næstu fýra talvini hevur Magnus Carlsen hvíta fólkið tríggjar ferðir.