Í krútsterku stórmeistarakappingini í Dortmund vórðu tvær sera óvæntaðar hendingar.
Fyri at hyggja fyrst á tí positivu hendingina, so megnaði lægstrataði Veselin Topalov at deila fyrsta pláss við Vladimir Kramnik.
Topalov steig av álvara inn á talvpallin miðskeiðis í nítiárinum, tá hann eitt nú vann á Kasparov, og varð eitt skifti fjórðsterkasti telvari í heiminum. Síðani hevur bert at kalla gingið niðureftir, men nú er helst vend aftur komin í.
Ringt er at trúgva tí, men triðfremsti telvarin í heiminum, indarin Viswanthan Anand, endaði aftastur við bert seks javnleikum og heili fýra tapum. Hann hevði undan hesa kapping ikki tapt eitt talv í eitt ár. Orsøkirnar til hví tað endaði so galið hjá Anand eru helst fleiri, men tað kendist sum hansara telving manglaði skipan og vilja.
Kramnik stílar eftir oddaplássinum
Beint framanfyri Anand og á fimta plássi kom Michael Adams, sum eisini hevði eina óskiljandi ringa kapping. Alexander Morozevich hevði eina óstøðuga kapping, har hann tó bardi seg fram til eitt hampiligt fjórða pláss. Tann ungi Peter Leko vann sítt fyrsta talv og leikti síðani níggju javnleikir á rað og harvið eitt trygt triðja pláss til hansara.
Kappingin um fyrsta pláss gjørdist sera hørð. Kramnik lá leingi hálvt stig ovari enn Toplalov, men ímóti endanum tók Topalov seg framum og líkt var til, at hann kundi halda hesa støðu. Í næstseinasta talvinum hálaði Kramnik tó seg ájavnt við Topalov, og soleiðis varð eisini endaliga støðan.
Kramnik hevði enn eina støðuga og góða kapping uttan tap. Hann lat eftir lokna kapping heilsa og siga, at hann nú av álvara stevnir ímóti fyrsta plássinum í heiminum, tá rating viðvíkur. Og hetta pláss eigur Kasparov sjálvandi (Kasparov: 2838 - Kramnik: 2802).
Beint sum henda kapping varð lokin, byrjaði onnur sterk kapping í Biel. Eitt nú megnaði 70 ára gamli aldursforsetin Victor Korchnoi í fyrsta umfari at vinna á Boris Gelfand við svarta fólkinum.
Endaliga støðan:
Kramnik 6,5/10
Topalov 6,5
Leko 5,5
Morozevich 5
Adams 3,5
Anand 3