Analog Norð við nýggjari útgávu

Nýggj tónleikaútgáva kemur í sølubúðirnar seinni í mánaðinum. Tað er nýggi tónleikabólkurin Analog Norð, ið gevur 12 nýggjar sangir út á fløgu við heitinum Friendy Fire Høvuðsmenn í projektinum eru Jan Rasmussen, ið hevur smíðað og skrivað øll løg og tekstir, og Kristoffer Mørkøre, ið hevur co-produserað og miksað allan tónleikin. Talan er um nútímans electro-rock tónleik, ið hevur tikið tvey ár at fáa endaliga uppá pláss.

-Arbeitt hevur verið nógv við at fáa løgini at fanga oyrað hjá áhoyraranum við einum nútímans og spennandi ljóði, sigur Jan Rasmussen.

 

Fyrsta lagið, ið er sett í umfar, kallast China Girl.

-China Girl er eitt rættiliga frískt og fangandi synth lag, ið eg ikki haldi ljóðar heilt eins og nakað annað hevur í Føroyum áður. Eg vóni tað vermir eitt sindur hesa ársins tíð, sigur Jan Rasmussen.

Komandi tíðina fara so líðandi fleiri løg at vera løgd á myspace og at hoyra í radio. Eisini fer at verða skipað fyri konsertum við Analog Norð, tá fløgan er komin út.

 

Vitja: www.myspace.com/analognord ella Analog Norð á facebook.