Analog Norð í Perluni

Leygardagin skipar nýggi elektro-rock tónleikabólkurin Analog Norð fyri almennari móttøku í Perluni í Tórsgøtu í samband við, at fløgan ?Friendly Fire? verður útgivin. Høvi verður at hoyra bólkin spæla nøkur løg av fløguni, millum onnur ?China Girl? og ?The High Road?, ið hava verið nógv at hoyrt í útvørpunum. Komandi tíðina fer bólkurin at hava fleiri framførslur kring landið, millum annað í Løkshøll í Runavík næsta leygarkvøld.

Móttøkan byrjar kl. 16, og er opin fyri almenninginum.