Konsertin byrjar klokkan 20 í kvøld Í kvøld verður stór konsert í Løkshøll í Runavík. Talan er um útgávukonsert í samband við at nýggja fløgan hjá Analog Norð er komin í handlarnar í vikuni.
? Vit fara at spæla allar sangirnar á fløguni, ið eru 12 í tali. Vit hava verið í Løkshøll og sett upp og roynt ljóðviðurskiftini í gjárkvøldið, og alt riggar ordiliga væl, so vónandi koma fólk ein túr á konsert í kvøld, tí tað er ikki ofta at so nógv verður gjørt burturúr eini rokk-konsert í Føroyum. Tá tónleikarar sum Kristoffer Mørkøre, Henning Nicodemussen og Bartal Augustinussen eru aftrat mær á pallinum, so kann úrslitið bara gerast gott, sigur Jan Rasmussen frá Analog Norð.
Jens Marni Hansen kemur at hita upp áðrenn Analog Norð kemur á pallin. Hann fer at spæla nøkur av sínum kendu løgum frá útgávuni ?The Right Way?.