Ana Johnsson til Klaksvíkar

Heimskenda svenska poppstjørnan, sum sang sangin »We Are« til stórfilmin Spider Man 2, fer at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík. Ana Johnsson arbeiðir saman við nøkrum av fremstu framleiðarunum og sangskrivaranum í Svøríki, og á pallinum er hon heilt framúr

Summar Festivalurin kunnger nú eitt sindur óvæntað enn eitt stórt útlendsk tónleikanavn, sum skal spæla á festivalinum í august.
Svenska poppstjørnan, Ana Johnsson, kemur til Klaksvíkar at spæla, og hon er ikki hvør sum helst.
Unga og ljósahærda bygdagentan úr Svøríki hevur seinastu tvey árini rættiliga gjørt um seg á altjóða tónleikapallinum. Hon sang sangin »We Are« til filmin Spider Man 2, og hesin sangur gjørdist eitt stórt hitt nógvastaðni kring heimin. Síðan hevur hon givið sína egnu fløgu út og hevur spælt til hópin av konsertum í USA, Japan, Europa og aðrastaðni.
Ana skrivar stóran part av sínum tónleiki sjálv, men hon arbeiðir eisini saman við fremstu framleiðarunum og sangskrivaranum í Svøríki. Max Martin, Andreas Carlsson og aðrir hava verið við í tónleikinum hjá Anu, og teir hava eisini skrivað stór hitt til Backstreet Boys, Bon Jovi, Britney Spears og onnur.
 
Futtur í
27 ára gamla Ana Johnsson hevur altíð verið á ferð. Hon gekk á studentaskúla í USA og arbeiddi parttíð í einum plátuhandli. Hon gjørdi eisini nógv við at standa á snowboard og gjørdist góð til strúka oman efti fjallasíðum í Rocky Mountains. Hon hevur somuleiðis arbeitt sum croupier í einum kasino, og hon hevði leingi ein dreym um at arbeiða við grafiskum designi.
Tónleikurin hevur altíð spælt ein týðandi leiklut hjá henni, og hóast hennara útsjónd, ljósa hár og góða rødd kundi verið uppløgd til lættan popptónleik, so vildi hon ikki tað. Ana vildi heldur spæla meira rockkendan tónleik við veruligum ljóðførum og fangandi løgum.
Og tað er júst tað, sum hon er blivin framúr góð til.
Hon spældi sangin »The Way I Am« inn, og tað setti ferð á yrkisleiðina. Hon fekk ein plátusáttmála, og sangurin varð givin út sum ein stakfløga. Sangurin gjørdist eitt stórt hitt í Svøríki og Týsklandi, og Ana varð tilnevnd til eina svenska tónleikavirðisløn fyri sangin.
 
Spider Man kom upp í leikin
Men byrjanin til eina veruliga altjóða yrkisleið sum tónleikari var, tá ið hon sang sangin »We Are« til næsta filmin um Spider Man. Hesin sangurin kom út sum stakfløga, og hann gjørdist eitt heimsumfatandi hitt, sum hevur gjørt Anu Johnsson til eitt kent navn millum ungdóm kring allan heimin.
Nú er avtala komin í lag millum Anu Johnsson og fyrireikararnar av Summar Festivalinum, og svenska poppstjørnan hevur sjálv ynskt at sleppa til Føroya at spæla í summar.
Hetta er fyrstu ferð, at svenska poppstjørnan kemur til Føroyar at spæla, og áhoyrararnar á Summar Festivalinum fáa tí ein gyltan møguleika at hoyra heimskendan svenskan popptónleik spældan live av eini tí mest lovandi navninum í Svøríki í løtuni.