– Ringir tú til kommununa og spyr, um tey hava tøl fyri, hvussu nógv fólk dagliga ella mánaðarliga mangla tak yvir høvdið, so hava tey ikki ánilsi fyri tí, tí tey føra eingi hagtøl
Bústaðartrupulleikin er ein trupulleiki, sum heilsufrøðingar í síðsta enda hava avmarkaða ávirkan á. Tí hava tær eisini langt síðan vent sær til kommununa fyri at útvega sær hagtøl. Tað, sum kemur so týðiliga til sjóndar úti í arbeiðinum, har heilsystrar standa andlit til andlits við neyðstøddu familjurnar, kemur tó ikki til sjóndar í nøkrum ítøkiligum tølum.
– Vit mangla heilt einfalt neyv tøl á økinum, siga heilsusystrarnar í grein í Sosialinum.
– Tað er ein dagligur trupulleiki, vit síggja. Og eitt tað keðiligasta við hesum er, at um tú ringir oman í kommununa og spyr, um tey hava tøl fyri, hvussu nógv fólk dagliga ella mánaðarliga mangla tak yvir høvdið, so hava tey ikki ánilsi fyri tí, tí tey føra eingi hagtøl. Og tað haldi eg er ov vánaligt, tá ið tú hugsar um, at vit her hava ein stóran og álvarsaman trupulleika, sum hevur avleiðingar fyri bæði heilsu og trivnað. Altso at tú ikki hevur hagtøl fyri, hvussu nógv fólk í roynd og veru eru at rokna sum heimleys í til dømis Tórshavnar kommunu. Tað vil siga, hvussu nógvar familjur flyta út hvønn dag, og hvussu nógvar familjur ringja til kommununa og spyrja, um kommunan eigur eina íbúð til teirra, sigur Nicolina Højgaard og ger vart við, at hetta hevur staðið uppá í nógv ár.
Tað eru eini 45 ár síðan, at vit fyrstu ferð settu okkum í samband við kommununa um hetta. Tá ringdu vit fyri at vita, um tey kundu útvega okkum tøl fyri, hvussu nógv fólk ringdu til tey um íbúð. Tí kommunan eigur nakrar íbúðir í Havnini, sum verða leigaðar út. Men tey føra ikki hagtøl yvir tað. Tað er margháttligt, tá ið tú til dømis hugsar um, hvussu nógv hagtøl vit sjálvar føra. Vit hava skyldu til at skjalfesta okkara arbeiði væl og virðiliga. Tí kennist tað fyri okkum løgið, at man ikki skjalfestir ein so týðandi trupulleika aðrastaðni, sigur Nicolina Højgaard.
Styrkin í hesum yrkisbólki er avgjørt – halda heilsufrøðingarnir, at heilsufrøðingarnir eru teir einastu, sum eru inni í hvørjum einasta barnaheimi í Føroyum. Í hvørjum einasta heimi, har eitt barn verður føtt, eru tær til staðar. Og tær kanna hvørt einasta skúlabarn í landinum, og tosa við tey.
Sostatt er eingin ivi um, at samfelagið eigur ein virðismiklan lykil til føroysku familjurnar. Tess meiri margháttligt er tað sostatt eisini, tá ið eingin myndugleiki vil taka sær av einum trupulleika, sum alsamt oftari kemur fram í ljósmála, tá hurðin fer upp, siga heilsufrøðingarnir millum annað í greinini, sum kann lesast í fullum líki í mikudags Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús, og sum kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo