Tiltikni sangarin, Amy Winehouse, varð funnin deyð í heimi sínum í Londin í dag.
Tað váttar løgreglan í London fyri Skynews.
Hon var 27 ára gomul.
Tað var stutt eftir klokkan fýra seinnapartin, at sjúkrabilur varð sendur heim til hennara, men lívið stóð ikki til at bjarga.
Nú verður roynt at staðfesta, hví hon doyði.
Amy Winehouse hevur havt svárar trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum og hevur avlýst fleiri konsertir seinastu tíðina, tí hon megnaði ikki at verða á palli