E-type & Poodles og Suzzie Tapper fáa ein eyka møguleika. Svenskarar valdu gjøgnum sms-skipanina at senda tann elsta, og tann yngsta luttakaran til finaluna í Melodifestivalen, sum verður í Globen í Stokkhólmi 15. mars. Christer Sjögren við einum alternativum evropeiskum tjóðsangi ?I love Europe? og Amy Diamond við ?Thank You? fóru beinleiðis víðari til finaluna. Aftonbladet hevur spurt lesarnar, um sangurin hjá Christer Sjögren eigur at gerast tann nýggi evropeiski tjóðsangurin. Men av øllum illum hava nærum 80% sagt nei til hetta. Suzzie Tapper við ?Visst finns det mirakel? og E-type & Poodles við ?Line of Fire? skulu luttaka í ?Andra Chansen?, sum verður í Kiruna hin 8. mars. Hetta er sættu ferð, at føroyingar luttaka í einari Grand Prix-kapping í Norðanlondum. Annika Hoydal, Pætur við Keldu, Petsi Tvørfoss og The Dreams hava luttikið í danska Grand Prix-num. Eivør Pálsdóttir hevur luttikið í tí íslendska, og nú hevur Brandur Enni so luttikið í tí svensku Grand Prix-kappingini.