Ampi av vaksandi ferðslu gjøgnum Søldarfjørð

Søldfirðingar bíða framvegis eftir tunli undir høvuðsvegin við skúlan, samstundis sum tann tunga ferðslan sannlíkt fer at økjast enn meira i næstum

Eingin kann undrast á at fólk í Søldarfirði leingi hava kent ampa av tí nógvu ferðsluni sum gongur beint gjøgnum bygdina. Ein landsvegur við landsins hægsta prosentparti av tungum traffikki útger høvuðsgøtu í bygdini, sum eitt forleingilsi av høvuðsvegnum millum ytra enda á Skálafjørðinum og knútapunktið Skipanes. Her fara tonsini við ferð framvið, aftur og fram í sambandi við grótbrotið oman fyri Lamba, Fiskamarknaðin á Toftum, Fiskavirking í Runavík og hópin av øðrum virkjum í umráðnum. Og sum menningin er í Søldarfirði í løtuni, kann roknast við enn meiri tungum trafikki í næstum.

Tað hevur í nógv Harrans ár verið diskuterað at leggja ein nýggjan landsveg oman fyri Søldarfjørð, men hetta er eitt av teimum størru mølposa projektunum ið ikki hevur hægstu raðfesting. Hinvegin hevur eisini í eina tíð verið upp á tal at leggja ein lítlan tunnil undir vegin við Skúlan fyri at verja skúlabørn og onnur gongufólk móti vandum í ferðsluni. Og her er eftir øllum at døma okkurt ítøkiligt í gongd aftan fyri kulissurnar.

»Eg minnist at tað var upp á tal í 1976 at leggja nýggjan veg oman fyri Søldarfirði,« segði fyrrverandi borgarstjórin í Runavík, Hans Tausen Olsen. »Tað lítla grótbrotið beint uttan fyri bygdina varð útpeikað sum íbindingar punkt men síðani hendi einki meira.«

Hans Tausen Olsen er tó samdur við núverandi borgmeistaran í Runavík, Rodmund Nielsen, um at vegastykkið við skúlan í Søldarfirði er meira átrokandi. Her er heldur ikki talan um nakra íløgu at samanbera við ein nýggjan landsveg.

»Vit hava arbeitt við hesum vegastrekki í nøkur ár nú,« segði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, »men ferðin í arbeiðinum er treytað av játtan frá Løgtinginum. Vit hava eina konto fyri trygdartiltøk og tankin er at ein tunnil undir vegin við skúlan í Søldarfirði skal kunna fíggjast við hesari konto. Trupulleikin er bara at kontoin er fyri tíðina ógvuliga avmarkað og vit høvdu ein prioritet í Leynum í ár. Men vit hava arbeitt við hesum máli og kannað ferðsluna, og staðfest tørvin.«

Runavíkar Býráð vónar at næsta ár verður tunnilin undir vegin við skúlan í Søldarfirði prioriteraður.

»Vit hava vent okkum til Landsverk við einari áheitan, so teir kenna til okkara ynski. Hinvegin skilja vit teirra støðu og eg ivist ikki í at stovnurin ger sítt besta. Hvat viðvíkur einum nýggjum landsvegi oman fyri Søldarfjørð, so er talan um eina sera stóra íløgu í tí sambandinum, ein íløga sum neyvan gerst aktuell í bræði; mær vitandi fyriliggur einki projekt heldur.«

Tað ironiska í øllum málinum kann síggjast í at søldfirðingar og bilar er ein gomul greipa, enn einaferð illustrerað við einum nýggjum distributiónscentri sum Heri Thomsen Transport Service nú eru í ferð við at byggja við sjóvarmálan í Søldarfirði.