Virgar T. Dalsgaard týddi (december 2005)
TANN ILLAVORNI DRONGURIN
eftir H. C. Andersen
Einaferð var tað ein gamal yrkjari, ein sovorðin rættiligur fittur gamal yrkjari. Eitt kvøldið, hann sat einsamallur heima, brast eitt ræðuligt ódnarveður á uttanfyri húsini; regnið oysti niður; men tað gamla skaldið sat fjálgt og væl við ovnin, har eldurin brimaði og súreplini snurraðu.
Tað verður ikki ein trá:ur turrur uppi á teimum neyðardýrum, sum eru úti í hesum veðrinum! helt hann fyri, tí hann var ein sovorðin fittur yrkjari.
Áh, lat mær upp! Eg eri kaldur og eisini vátur! rópti eitt lítið dreingjabarn uttanfyri. Tað græt og bankaði uppá hurðina, meðan regnið glumdi ni:ur, og vindurin skrykti í vindeyguni.
Áh, títt ólukkudýr! segði tað gamla skaldið, og fór yvir at lata hurðina upp. Har stóð ein lítil drongur; hann var heilt nakin, og vatnið rann úr tí langa, gula hárinum. Hann skalv av kulda; - hevði hann ikki sloppið inn, hevði hann helst doyð úti í tí herviliga veðrinum.
Nú, stakkalur! segði tann gamli yrkjarin og tók í hondina á dronginum. Kom tú inn til mín, so skal eg verma teg! Vín og eitt súrepli skalt tú fáa, tí tú ert ein fittur drongur!
Tað var hann eisini. Eyguni vóru sum tvær bjartar stjørnur, og hóast vatnið streymaði oman eftir tí gula hárinum, purlaði tað fagurliga um høvdið. Hann sá út sum eitt lítið einglabarn, men var bleikur av kulda og skalv um allan kroppin. Í aðrari hondini hevði hann ein snotiligan ørvarboga, men bogin var illa farin av regninum; allir teir føgru litirnir á teimum vøkru pílunum vóru flotnaðir saman í vátveðrinum.
Tað gamla skaldið hoykti seg niður við ovnin, setti seg undir tann lítla piltin, vant burturúr tí rennváta hárinum, vermdi hendurnar í sínum egnu og kókaði honum søtt vín; - so kom drongurin aftur fyri seg, fekk roða í kjálkarnar, sprakk niður á gólvið og dansaði rundan um tann gamla yrkjaran.
Tú ert ein kátur drongur! segði tann gamli. Hvussu eitur tú?
Eg eiti Amor! svaraði hann, kennir tú meg ikki? Har liggur mín ørvarbogi! Honum skjóti eg við, kanst tú ætla! Hygg, nú verður veðrið betri uttanfyri; mánin skínur!
Men bogin hjá tær er í óstandi! segði tann gamli yrkjarin.
Tað var illa! seg:i tann lítli drongurin, tók bogan upp og hugdi at honum.
Áh, hann er longu turrur og aftur í góðum standi! Strongurin situr heilt stinnur! Nú fari eg at royna hann!
So spenti hann bogan, legði ein píl á, siktaði og skeyt tað fitta gamla skaldið beint í hjartað: Sært tú nú, at ørvarbogi mín ikki var i óstandi! segði hann, flenti heilt hart og slapp sær avstað.
Tann ljóti drongur! Soleiðis at skjóta eftir tí gamla yrkjaranum, sum hevði sloppið honum inn í ta heitu stovuna, verið so góður við hann og givi: honum tað leskiliga vínið og tað besta súreplið.
Tann fitti yrkjarin lá á gólvinum og græt; hann var raktur djúpt í hjartað, og so segði hann: Fý, sum Amor er ein illavorðin drongur! Hatta fari eg at fortelja øllum góðum børnum, so tey kunnu ansa sær, og ongantíð spæla við hann, tí hann ger illa fortreð!
Hann fortaldi tað fyri nógvum góðum børnum, bæði gentum og dreingjum, og tey royndu øll at ansa so væl eftir tí ljóta Amori, men hann lumpaði tey kortini, tí hann er so snildur!
Tá ið studentarnir fara frá fyrilestrum, rennur hann við síðuna av teimum. Hann er í svørtum kjóla og hevur eina bók undir arminum. Teir kenna hann als ikki, taka undir armin á honum og halda hann eisini vera student; men so stingur hann ørvin beint í bringuna á teimum.
Tá ið genturnar koma frá presti, og tá ið tær standa á kirkjugólvinum, so er hann eisini eftir teimum. Ja, hann er alsamt eftir fólki! Hann situr í tí stóru ljósakrúnuni í Kongiliga Sjónleikarhúsinum, har stendur hann í ljósum loga, so fólk halda, at hann er ein lampa; men seinni fáa tey anna: at merkja. Hann rennur í Kongsins hava og á bønum á verjubrekkunum rundan um býin! Ja, hann hevur einaferð skotið pápa tín og mammu tína beint í hjartað! Spyr tey, so skalt tú bara hoyra, hvat tey siga.
Ja, hatta er ein óargaligur drongur, hasin Amor, tú mást ongantí: koma tær í hóslag við hann! Hann er eftir øllum fólki! Hugsa tær: Hann skeyt eisini ein píl sjálvt eftir gomlu ommu, men tað er langt síðani; - tað hevur javnað seg; men sovorðið gloymir hon ongantíð. Tví vorði, tann forherðaða Amor! Men nú kennir tú hann! Veitst, hvussu illavorðin drongur, hann er!