Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar nú frá, at ein partur av AMO hveitimjøli er tikið av føroysku handilshillunum.
Tað sigur Starvsstovan á heimasíðu síni.
Mjølið verður afturkallað tí at mølur er funnið á goymsluni og vandi er fyri at tað eisini er í mjølinum.
Mjølið, sum er afturkallað er: Amo Hvid Hvedemel,
Pakkað frá 20.04.2011 til 26.04.2011?
Haldføri: Fram til 15.04.2012
EAN-kota: 5.701.029.009.634?
Vørunr.:101083
AMO mjøl verður nógv brúkt í Føroyum og hetta ávísa slagið av mjølið er eisini selt í føroyskum handlum.
Ongin beinleiðis heilsuvandi stendst av at hetta mjølið, men tá ið mølur er í tí er tað kortini ikki mannaføði.
Tí verður mælt fólki, sum hava keypt hetta ávísa mjølið, um at lata handlinum tað aftur, ella at beina tað burtur.










