Hvussu gongur at fáa eina tilbúgving í Føroyum so at vit kunnu taka ímóti einum avmarkaðum tali á flóttafólkum. Tað er spurningurin, Amnesty International í Føroyum, nú spyrja Helga Abrahamsen, landsstýrismann í útlendingamálum.
Tey vísa á, at støðan á Lesvos, ella Lesbos sum hon eisini verður kallað, og í flóttafólkaleguni, Moria, er skakandi.
– Tíverri er hetta ein mynd afturat av, hvussu vit í Evropa ikki hava megnað at hjálpa menniskjum í dýrastu neyð, sigur Amnesty í einum skrivi til landsstýrismannin.
– Heimurin brennur hjá hesum 12.500 fólkunum. Talan er um eldri fólk og fólk við varandi sjúkum. Talan er eisini um børn og kvinnur, sum eru við barn, Og talan er um kvinnur við smábørnum og fólk við rørslutarni.
– Grikkaland stendur púra hjálparleyst uttan hjálp frá fleiri londum í Evropa, og ígjár varð greitt, at tilsamans hava 14 lond í Evropa bjóðað seg fram at hjálpa við at taka ímóti nøkrum av børnunum.
– Í hesum sambandi vilja vit seta Helga Abrahamsen spurningin, hvussu langt Føroyar eru komnar við at uppbyggja eina tilbúgving, soleiðis at vit eisini kunnu hjálpa fólkum í neyð.
– Amnesty hevur í fleiri umførum víst á støðuna, og at vit í Føroyum mugu taka eina støðu. Vilja vit taka altjóða ábyrgd á flóttafólkaøkinum, spyrja tey.
– Vit vita at landsstýrismaðurin í undanfarnu samgongu setti gongd á arbeiðið at lýsa økið, og vit hava eisini staðfest, at vit kunnu hjálpa. Tað er eisini greitt, at í roynd og veru taka vit longu ímóti fólki, sum koma higar at søkja sær friðskjól.
Men enn er spurningurin, hvussu tað gongur við arbeiðnum fáa tilbúgving, soleiðis at vit, á virðiligan hátt, kunnu taka ímóti einum avmarkaðum tali á menniskjum í neyðstøðu, siga tey.
Og tey spyrja eisini um landsstýrið yvirhøvur hevur vilja til at hjálpa einum avmarkaðnum tali á menniskjum í neyðstøðu, og harvið taka altjóða ábyrgd á flóttafólkaøkinum.