Hósdagin verður aðalfundurin hjá Amnesty International Føroya Deild, og hendan dagin fara tey eisini at hava eitt alment tiltak um flóttafólkaspurningin.
Um dagin heldur Amnesty aðalfund, og frá kl. 19.00 til 21.00 er alment tiltak um flóttafólkaspurningin.
"Hava Føroya eina altjóða ábyrgd at taka ímóti flóttafólki?" - spyr Amnesty.
Løgfrøðingur fer í hesum sambandi at greiða frá altjóða lóg á økinum. Amnesty fer at seta øllum politisku flokkunum spurningin, um Føroyar hava altjóða ábyrgd at taka ímóti flóttafólki. Og umboð fyri Integrasjónsálitið, Reyða Kross og Amnesty International umrøða flóttafólkaspurningin og kjakst um evnið.
Haraftrat fer Unn Patursson at syngja til tiltakið.
Les meira um tiltakið her: